Croque Monsieur (ristað breyðflís)
Matur
Croque Monsieur (ristað breyðflís)
Broyski og smakkgott úr franska køkinum - og so tekur tað bert eina lítla løtu at borðreiða við hesum lekkra rættinum.
Eftir: Ranvá Eliasen og Tóra Effersøe Mortensen 29.04.2025

Keyp eitt gott súrdeiggjbreyð
1-2 pk av góðari skinku
250 g av t.d. emmentaler-osti
Smør 

Dressingur 
6 ssk av súrróma, 38%
5 tsk av dijonsinnopi 

 

Soleiðis gert tú
Rør súrróma og sinnop væl saman
Sker 12 flísar av breyði
Smyr smør á aðra síðuna av breyðflísunum og síðan dressing á innaru síðuna. Legg skinku og ost á breyðflísarnar og grilla í einum tvíflís-ristara, til breyðið er broyskið. Sker breyðið í tvey og borðreið. 




Viðkomandi greinar